Steintór hugleiddi á Vestmannadøgunum

Steintór Rasmussen hugleiddi til setanina av Vestmannadøgunum. Vit búgva í fínari húsum, koyra í betri bilum, brúka snildari telefonir, flúgva um allan heimin, posta okkara lív á netinum, vilja at øll verðin sær og hoyrir okkum. Vit eru øll stórbrúkarar. Tí mugu vit byggja brennistøðir og uppfinna el-bilar. Og pynta landslagið við vindmyllum og hús…

Røða borgarstjórans til setanina

Góðu vestmenningar, hjartaliga vælkomnir til setanina av vestmannadøgunum fyri nýggjundu ferð. Fyrst av øllum vil eg takka júst fráfarna borgarstjóranum, Paula Trond Petersen, fyri gott samstarv og fyri hugskotið hann fekk fyri fleiri árum síðani, sum búnaðist og legði lunnar undir vestmannadagar.  Eitt frálíkt hugskot, sum vestmenningar ár eftir ár kunna njóta gott av. Stóra…

Setan av Vestmannadøgum

Vestmannadagarnir verða settir í viðarlundini í dag við sangi, røðum og tónleiki. Í summar hevur Finnbogi Joensen stákast í viðarlundini, har hann millum annað hevur smíðja ein pall til dagin. Setanin byrjar klokkan 17:00 Børnini úr dagstovnaøkinum syngja. Borgarstjórin heldur røðu. Kirstin Johannesen syngur eitt lag. Steintór Rasmussen hugleiðir og syngur. Kommunan bjóðar ein drekkamunn…

Bjørg á Rógvi er vald borgarstjóri

Á fundi tann 2. septembur 2022 viðgjørdi Vestmanna Bygdarráð mál um skipan av bygdarráðnum og val av nevndum. Tað varð einmælt samtykt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra   Tað varð einmælt samtykt at velja Sáru Jógvansdóttir til varaborgarstjóra   Borgarstjórin og varaborgarstjórin taka við starvinum tann 3. septembur 2022   Val av nevndum…

Pauli T. Petersen farin frá sum borgarstjóri

Á fundi tann 02. septembur 2022 viðgjørdi bygdarráðið skrivið frá Paula Trond Petersen um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri. Vestmanna Bygdarráð einmælt samtykti at loysa Paula Trond Petersen úr starvinum sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.   Ein heilsan frá Paula Trond Petersen. Eg havi boðað kommunustýrinum í Vestmanna frá, at eg leggi frá…

Nýtt starvsfólk í móttøkuni

Í gjár, tann 01. septembur, byrjaði Laila Símunardóttir Hansen í starvið hjá Vestmanna Kommunu. Hon fer at manna móttøkuna saman við verandi starvsfólkið. Harumframt fer hon at starvast við talgilding. Laila er útbúgvin professiónsbachelor innan almenna fyrisiting, og hevur drúgvar og góðar royndir innan tað almenna.

Fyribyrgjandi venjingar fyri borgarar 67+

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í Burn: venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum.   Týsdag og fríggjadag kl. 10:30 – 12:00   Byrjað verður týsdagin 6. september 2022. Tilmelding fer fram á staðnum.   Kostnaður og gjaldstreytir Borgarin rindar til Burn Fitness: kr.  199 pr. mánað (limagjald),…

Eyka bygdarráðsfundur 02. septembur 2022

Eyka bygdarráðsfundur verður fríggjakvøldið 02. septembur 2022, kl. 20.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 119 Skriv frá Paula Trond Petersen um at verða loystir úr starvinum sum borgarstjóri. J.nr.: 22002-3-2022   Mál 120 Skipan av bygdarráðnum 22042-1-2022   Mál 121 Val av nevndum 22042-1-2020   Mál 122 Setanarbrøkur…

Skráin fyri Vestmannadagar 2022

Skráin fyri Vestmannadagar, 5. til 11. september, er nú tøk á heimasíðu okkara. Vælkomin til Vestmannadagar 2022. Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarvikuni. Undirtøkan hevur verið sera góð undanfarnu ár, og vónandi verður hon eins góð hesaferð. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri…