Altjóða verkafólkadagurin verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin 1. mai kl. 16:00.
Hetta er tíggjunda ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.
Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala, Tjóðsangin og einar tveir aftrat.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Vit sum fyriskipa eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Øll eru hjartaliga vælkomin.