Vestmanna kommuna hevur gjørt makaskifti við SP/F Vesttrol soleiðis, at SP/F Vesttrol fær ognarrættin til lendið undir sjálvum smiðjubygninginum, sum er partur av leiguøkinum matr. nr. 249f á Heyganesi, til víddar 299 m2, og fær Vestmanna kommuna ognarrættin til matr. nr. 94e á Skálheyggi, til víddar 684m2 við ástandandi grund.
Grundin á Skálheyggi verður tikin niður, so skjótt sum Umhvørvisstovan hevur góðkent makaskiftið.