Stórur áhugi er fyri at síggja heimildarfilmin “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”, sum er um vestmenningin, Róin Siggertsson.
Tað er fult teknað til báðar sýningar í kvøld.
Fleiri fólk eru á bíðilista og tí er av týdningi at boða kommununi frá, um tað er onkur, sum hevur fingið pláss, ið ikki kann møta kortini, so plássið kann gevast víðari til onnur.
Hetta kann gerast við at seta seg í samband við kommununa á 770100 ella vestmanna@vestmanna.fo.
Faer Isles Distillery hevur opið í kvøld, har Róin fer at spæla nøkur løg frá áleið klokkan 20.30.