Friðtíðarstovan Kongskjallarin søkir eftir námsfrøðingi ella námsfrøðiligum hjálparafólki – við stórari rørslugleði.
Søkt verður eftir starvsfólki til Kongskjallaran at arbeiða 20-25 tímar um vikuna at byrja skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.
- Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Leitað verður eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 22 børnum úr 1. og 2. flokki. Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum hevur hjarta fyri børnum, og sum brennir fyri at skapa rørslugleði og trivna gjøgnum dagligar ítróttaligar og skapandi aktivitetir.
Vit bjóða tær:
- Eitt spennandi og mennandi starv í einum umhvørvi, har rørsla og spæligleði eru í hásæti.
- Møguleika at seta tín dám á menningina av einum virknum dagligdegi.
- Eitt toymi av dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum.
- Tætt samstarv við foreldur og leiðslu.
Vit vænta, at tú:
- hevur áhuga fyri og royndir við rørslu, ítrótti ella líknandi.
- dugir at skapa tryggar og spennandi karmar fyri børnini.
- ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- hevur útbúgving innan námsfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving (ikki krav, men ein fyrimunur).
Nærri kunning um námsfrøðiliga leistin á dagstovnaøkinum í Vestmanna sæst her: Námsfrøðiligur leistur – Vestmanna kommuna
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til starv@vestmanna.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 4. novembur 2026 kl. 12.00, samrøður vera leypandi.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770130 ella teldupost Morten@vestmanna.fo







