Vallistin liggur frammi til alment eftirlit
Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. novembur 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 8. oktobur 2024 til mikudagin 23. oktobur 2024, í vanligari avgreiðslutíð.
Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Vestmanna kommunu í seinasta lagi 5. novembur 2024.
Opið er soleiðis:
Mánadag – fríggjadag
09:00 – 15:00
Valrætt og valbæri til bygdarráðsval hevur hvør tann, sum
a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið,
b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og
c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.
Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
Hóast ásetingina í a), hevur persónur, sum er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir Værgemålsloven § 6, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, valrætt og valbæri til kommunuval.