Vestmanna fer nú veruliga undir at skipa mentanarøkið og ferðavinnuøkið. Tí leita vit eftir einum skikkaðum og ídnum fólki, ið kann lyfta uppgávuni.
Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, sum mennarin sjálvur verður við til at skapa. Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár við møguleika fyri leingjan av starvssáttmálanum.
Vit síggja fyri okkum…
…at Vestmanna kommuna skal hava ein nógv størri leiklut innan ferðavinnu, enn hon hevur í dag. Somuleiðis skulu karmarnir kring mentanarlívið betrast. Mennarin skal, saman við umsitingini, skapa yvirskipaðu karmarnar soleiðis, at øll í Vestmanna trívast enn betri og taka lut í áhaldandi menningini av kommununi.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
- At samskipa og marknaðarføra tiltøk v.m. hjá kommununi, bæði til borgarar, vinnu og ferðandi.
- At samskipa mentanartiltøk og samskifta við onnur, sum fyriskipa tiltøk í kommununi.
- At seta visitvestmanna.fo á stovn.
- At samskifta við vinnuferðavinnu, felagsskapir og einstaklingar.
- At eggja til íverksetan og nýskapan.
Vit ynskja okkum, at tú…
- hevur royndir og førleikar innan ferðavinnu og menning.
- hevur hollar royndir við at samskipa mentanarlig tiltøk.
- dugir væl at miðla, hevur kunnleika til ymsa tøkni innan samskifti og helst eisini royndir sum samskiftisfólk.
- dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum og enskum.
- hevur royndir við at skriva og leggja tilfar út á heimasíður og sosialar miðlar.
- ert ágrýtin, arbeiðir miðvíst og málsøkið, dugir væl við fólki og hevur evni og hegni til bæði at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.
Setanarviðurskifti:
Starvið er sett í tvey ár við møguleika fyri longdari setan og verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Bygnaðarliga er starvið skipað undir kommunuskrivaranum.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara á 770 102 ella runa@vestmanna.fo
Skrivlig umsókn, merkt “Mentanar- og ferðavinnumennari”, skal sendast til starv@vestmanna.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdag 25. mai 2023 kl. 12.00.