Árligi kórfestivalurin verður í Vestmanna í ár. Hann verður 2. og 3. mai í ítróttahøllini.
Kór úr øllum landinum vera við, har tey fara at syngja hvør sær og eisini í einum felags kóri.
Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri og Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum.
– Vit eru sera fegin um, at hava fingið høvið at fyriskipa kórfestivalin í Vestmanna í ár. Kórfestivalurin er millum hæddarpunktini í kórárinum. Tað er tá vit sleppa at hittast um kórsangin, syngja saman, syngja fyri hvørjum øðrum og fáa íblástur hvør frá øðrum, sigur Rannvá Matras-Olsen, kórleiðari.
Eins og undanfarin ár verður kórfestivalurin skipaður sum ein kapping millum kórini, har ymsar virðislønir verða latnar.
Seinna dagin verður almenn konsert, har kórini hvør sær fara at framføra, umframt at tey fara at syngja saman.