Dámar tær at syngja? Spæla gittar, trummur, bass? Kennir tú onkran, ið hevur hug at royna seg?
Fríggjakvøldið 28. februar frá kl. 19:00 til kl. 01:00, skipar Vestmanna kommuna fyri opnum jammi á Silkienni, har øll – ung sum gomul – eru vælkomin at luttaka. Nógvir lokalir og kringliggjandi tónleikarar vera við, men tú kanst eisini royna teg! Hølini verða innrættaði av nýggjum, kafein hevur opið og hugnaligi dámurin bjóðar øllum innar at lurta, spæla tónleik og njóta eina góða løtu saman.
Hví bara lurta, tá ið tú kanst spæla og skapa saman við øðrum?
Kom oman á Silkienni og fá tær eina tónleikauppliving! Vit gleða okkum at síggja teg!