Nú verður farið undir at gera gongubreyt í Miðalsbrekku.
Fyrsta húsið í Miðalsbrekku stóð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin í vavi. Í dag eru 85 sethús, umframt aðrir bygningar. Harafturat eru nøkur nýggj sethús ávegis.
Frá byrjan var ein vegøksl gjørd fram við vegnum, við tí í hyggju, at gera eina gongubreyt frá niðast til ovast.
Tá var tað helst av fíggjarligum ávum, at bíðað var við gongubreytini og síðan hevur tað sikkurt verið ein samanrenning av manglandi fígging og raðfesting.
Leingi er tað, ið væl skal vera
Loksins verður byrjað upp á gongubreytina í Miðalsbrekku. Í fyrstu syftu verður gongubreyt gjørd frá byrjanini av Hornavegi og niðan til barnagarðin, Gjáarlon, ið er ein teinur á umleið 380 metrar.
Í fíggjarætlanini fyri 2026, ið er samtykt við 1. viðgerð, verður ein teinur afturat gjørdur í næsta ár. Mett verður, at til ber at koma runt eftir fimm árum, um bygdarráðið játtar somu upphædd næstu árini.
Gongubreytin fer at bøta um trygdina hjá gongufólki og fer at bøta um vatntrupulleikar í økinum. Arbeiðið byrjar í næstum og tekur áleið tvær vikur, alt eftir hvussu veðrið háttar sær.







