Áleið 200 fólk vóru møtt til setanina av Fjølmentanarvikuni, ið var á Miðnámi í gjárkvøldið.
Nógvur góður matur var at fáa úr heimsins herðashornum og góður tónleikur, dansur og list var at hoyra og síggja. Harumframt greiddi Daysi Lagos Jóanesarson væl og skemtiliga frá, hvussu tað var at flyta úr Honduras til Vestmannar.
Tilflytarar úr øllum heiminum
Í Vestmanna búgva 51 tilflytarar úr yvir 20 londum og úr seks heimspørtum. Tey flestu eru flutt til Vestmannar, tí tey hava funnið saman við maka úr bygdini, onnur eru komin higar at spæla hondbólt og nøkur fá hava búsett seg í samband við arbeiði. Summi hava búð í Vestmanna í meira enn eina hálva øld, ímeðan onnur eru flutt fyri kortum.
– Vit eru heppin, at ein lítil partur av øllum heiminum er í Vestmanna. Øll geva sítt íkast og seta sín dám á bygdina og tað er til okkara hepni og gagn. Sama um ein er úr Avstralia, Japan, Bretlandi, Sri Lanka ella aðrastaðni, so eru øll í okkara huga vestmenningar, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.
Vestmanna bygdarráð takkar fyri góða undirtøku og takkar teimum, sum vístu ymiskt fram úr sínum heimlandi.



![]()
![]()
![]()








