Vestmanna kommuna bjóðar Mentamálaráðnum at byggja Tjóðleikhúsið í Vestmanna og hevur eitt øki á 10.000 fermetrar tókt Inni á Fjørð, sum bæði rúmar sjálvum bygninginum og góðum parkeringsmøguleikum í nærumhvørvinum.
Tjóðleikhúsið hevði ligið tætt við, har tunnilin fer at koma inn í bygdina, og hevði bygningurin tikið seg væl út í avbera vakra umhvørvinum við góðum útsýni út yvir vágna.
Í Vestmanna kommunu hava vit skapað eitt umhvørvi, har grønu virðini og mentan ganga hond í hond, og hevði staðsetingin av Tjóðleikhúsinum verið fult í tráð við tær ætlanir, sum liggja fyri framman.
Tjóðleikhúsið hóskar væl inn í tað umhvørvið, sum longu er inni á Fjørð, bæði lestrarumhvørvið og blómandi ferðavinnuna.
Landsstýriskvinnan í mentamálum er vælkomin at venda sær til Vestmanna kommunu.