Ógvuliga nógvur kavi er komin niður seinnapartin og tað heldur fram at kava.
Báðar maskinurnar hjá kommununi eru runt og grava, men tað er trupult hjá teimum at sleppa framat í støðum fyri bilum, samstundis sum nakrir bilar hava rent seg fastar.
Kommunan vil tí heita á øll um at koyra minst møguligt í bygdini í kvøld, og minna bilførarar á, at ovari partur av Fjalsvegi er stongdur millum klokkan 18.00 og 21.00 í kvøld.







