Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Bygdarráðið vil hava lív í økið aftur og fer tí hervið at bjóða bedingina út aftur til vinnuvirksemi.
Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan og eru allar ætlanir vælkomnar.
Fevnir ætlanin um bátavirksemi, eru ávísar treytir frá MEST.
Kommunan tilskilar sær rætt at velja ímillum innkomnu uppskotini ella einki at velja.
Fyri meira kunning, ring til Jákup Durhuus á teknisku deild, telefon 770105.
Seinasta freist at senda inn uppskot er 16. septembur 2024 kl. 12:00.
Uppskot skulu sendast við telduposti til vestmanna@vestmanna.fo.
Vinnuvirksemi á bedingini varð eisini boðið út tann 24. juni 2024 við freist tann 18. juli 2024, men einki boð kom inn.