Enn ber til at senda uppskot til Vestmanna Bygdarráð um hvør skal fáa ársins herðaklapp.
Í uppskotinum – sum kann sendast uttan navn – skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa ársins herðaklapp 2024.
Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8, ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi í morgin, fríggjadagin 23. august kl.12
Á Vestmannadøgunum 2024 fer Vestmanna Bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fólkið og Vestmanna bygd.
Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 7. september 2024, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini.