Vit eru ómetiliga spent at bjóða tykkum vælkomin á Vestmannadagar 2024, har vit aftur fara at samlast ein kaldan heystardag og njóta tað besta, ið Vestmanna hevur at bjóða.
Bygdaráðið hevur endurskoðað partar av skránni og hevur snikkað skrá saman, sum samantvinnar fleiri av best eydnaðu tiltøkunum seinastu tíggju árini.
Eins og í fjør hava vit valt at savna Vestmannadagar í økir. Tó so, sum nakað nýtt, verður gamla bedingin karmur um fleiri av okkara høvuðsmentanartiltøkum.
Í STUTTUM Á VESTMANNADØGUM 2024:
Hósdagin 5. septembur verða Vestmannadagar 2024 settir. Borgarstjórin bjóðar øllum vælkomin til hugnaliga móttøku uttanfyri Spælhúsið. Her fáa øll høvi at síggja tey nýumvældu hølini. Aftaná móttøkuna og setanina verður ein góður møguleiki at seta hol á mentanartiltøkini við Yrkingakvøld við upplestri og tónleiki, Litrenning ella Pubkviss.
Fríggjadagin 6. septembur fara vit sum vant inn á Fjørð. Á hesum degi varpa vit ljós á okkara vinnuligu aktørar, sum ímynda tað, ið Vestmanna er best kent fyri – innovatión. Virkini bjóða inn og dagurin er á tremur við tiltøk fyri bæði børn, ung og vaksin.
Leygardagin 7. septembur er tann stóri dagurin, har vit sum vanligt, byrja við morgunmati í høllini. Síðani verður ein heilur dagur við tiltøkum og aktivitetum fyri allar aldursbólkar. Aftaná laksagrillling og felagssang enda vit kvøldið við einari ógloymandi konsertskrá á gomlu bedingini.
Við tónleiki, undirhaldi og góðum mati verður hetta ein dagur, sum vit øll kunnu gleða okkum til.
Hetta og mangt annað sæst í skránni. Vit gleða okkum til Vestmannadagar 2024.
Vestmanna Bygdarráð
Skráin verður borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum, men tit kunnu longu nú síggja skránna við at trýsta á myndina niðanfyri.