Tað er ikki neyðugt at keða seg um vikuskiftið, tí ovmikið er at fara til, nú umhvørvis- og rørsludagarnir í Vestmanna eru byrjaðir.
Fríggjadagurin byrjaði við ruddingardegi, har allir næmingar hava verið runt bygdina og tikið rusk upp. Aftaná ruddingina fingu næmingar og lærarar sunkist og okkurt søtt.
Dipping, endurnýtsla og hondbóltur
Leygardagurin byrjar við dipping, og tú kanst hoppa útí við Seglhúsið ella við Fitjabeach, alt eftir hvat tær hóvar best. Kommunan er klár at hita kropp og hendur við heitum kakao og nýbakaðum bollum aftaná.
Seinnapartin er Skilagátt karmur um eina grøna framtíð. Lat tínar gomlu telefonir, teldlar og teldulutir inn til endurnýtslu. Nema er á staðnum og greiðir frá og ger tað lætt hjá øllum at gera mun.
Klokkan 14 og 16 brakar í høllini. Lat teg í landsliðstroyggjuna og stuðla okkara U17 og U19 kvinnum, ið fáa vitjan av Íslandi. Fleiri av leikarunum eru úr Vestmanna. Komið og heppið.
Ein grønur sunnudagur
Sunnudagin møtast vit øll í viðarlundini. Vit gera pláss til grønar fingrar, fáa okkum mold undir neglirnar og røra okkum.
Frá klokkan 14-16 verður skipað fyri einum umbýtingarmarknaði, har tú kanst býta um og ogna tær nýggjar plantur til garðin. Harumframt fer Janus Úr Dímun at greiða frá um grønmetisvøkstur og geva ráð, og øll fáa møguleika at planta sær fræ, sum vónandi verður til eina ella fleiri fullvaksnar mairøtur í august.
Klokkan 15 er møguleiki at fara við á ein góðan og spennandi gongutúr niðan í Gjónna, sum Ingi Olsen skipar fyri. Ímeðan tú njótir túrin í gjónni, kunnu smábørnini fáa sítt egna adrenalinskot og brenna orkuna av á skúlavøllinum, har MB skipar fyri sandkassafótbólti.
Tak familjuna, grannarnar, vinfólkini og góð klæðir við í viðarlundina. Sosial samvera, náttúra og rørsla fyri allar aldursbólkar.