Børnini hava havt sín síðsta skúladag og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið í annaðkvøld, fríggjakvøldið 20. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri John´sa handil.
Alt bendir á, at veðrið eisini verður við okkum. Á skránni verður bál, røða, felagssangur, rógving, hugni og matsøla.
Skrá:
18.00-20.00 Søla í neystinum. Grillaðar pylsur og drekkivørur. .
18.00-20.00 Gummibáta- og jollurógving. Takið gummibátin, jolluna ella flakan við til børnini. Minst til at lata børnini í bjargingarvest.
18.00-20.00 Kajakkrógving í hylinum. Til ber hjá ungum og vaksnum at royna at rógva kajakk.
19.00 Jóansøkurøða við Páll á Reynatúgvu.
19.10 Bálið verður tendrað.