Vestmanna kommuna fer saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) at eggja borgarum í kommununi um at hjálpa til við at burturbeina skøruna.
Garðaskøruvikan hjá FNU er byrjað og heldur fram til 8. juni, og tit kunnu sjálvi velja, hvønn dag tað liggur best fyri at fara út og týna garðaskøruna.
Les vegleiðingina um, hvussu tú týnir og burturbeinir garðaskøru HER ella á plakatuni niðanfyri.
IRF brennir einans plantuna, tí má moldin bustast væl av rótini.
Burturkast frá skøru skal latast í bingju til brenniburturkast á Skilagátt ella latið í gráa rusksekkin til húsarhaldsburturkast og ikki latast til moldgoymsluna. Ynskiligt er, at burturkast av skøruplantuni verður koyrt í sekk fyri seg. Tað er umráðandi, at moldin verður bustað væl av rótini, tá ið skøran verður tikin upp við rót. Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF. Tí verður heitt á øll um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum gjørligt fylgir við skøruni, tá ið hon verður burturbeind.
Øll, sum luttaka í stríðnum móti garðaskøruni og deila eina mynd og tagga FNU á sosialu miðlunum, eru við í lutakastinum um tríggjar gávueskjur, ið eru samansettar av lekkrum føroyskum vørum.