Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu, og øll eru boðin við.
Frá hósdegnum 12. juni til og við fríggjadagin 20. juni, skipar kommunan fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið.
Verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, sum kommunan er partur av, byggir á tríggjar súlur fyri at fremja góða sálarheilsu. At vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin. Í eina góða viku verða tit boðin til tiltøk, sum byggja undir hetta. Harumframt verður eisini varpað ljós á umhvørvið hesaferð.
Millum annað verður eitt serligt endurnýtsluátak í Skilagott, har ein knúsari verður settur upp til elektronik, og har fólk á staðnum greiða frá, hvussu burðardygg og trygg niðurbróting av elektronikki fer fram, plantuumbýting verður í viðarlundini og tú fært møguleika at læra at seyma pløgg úr endurnýtslutilfari. Av rørslutiltøkum verður alt frá dansi, dipping og venjingum til gongutúrar, verkstovur og fríspæl – har bæði ung sum eldri kunnu vera við. Øll tiltøk eru ókeypis og almenn.
Skráin fyri Umhvørvis- og Rørsludagarnar:
HÓSDAGUR 12. JUNI
18:00–20:00 – Silkienni: Heilsudansur við Mariano Lopez. Dansað verður bachata, ið er ein stuttligur rørsludansur, sum er egnaður til allar aldursbólkar.
FRÍGGJADAGUR 13. JUNI
10:30–12:00 – Vestmanna Skúli: Ruddingardagur hjá næmingum.
LEYGARDAGUR 14. JUNI
09.00 – Seglhúsið og Fitjabeach: Dipping fyri ung sum eldri, roynd sum óroynd. Kommunan bjóðar heitt kakao og bollar aftaná.
14.00-17.00 – Skilagátt: Lat tín telefon, teldil , hardisk ella teldu inn til endurnýtslu. Nema er á staðnum og hjálpir og vegleiðir.
14:00 – Høllin: Landsdystur U17 kvinnur, Føroyar-Ísland
16.00 – Høllin: Landsdystur U19 kvinnur, Føroyar-Ísland
SUNNUDAGUR 15. JUNI
14.00-16.00 – Viðarlundin: Lat ella být um staudur og aðrar plantur.
14.00-15.00 – Viðarlundin: Lær at dyrka egið grønmeti. Janus úr Dímun skipar fyri.
15:00-15:45 – Viðarlundin: Gongutúrur niðan í Gjónna. Ingi Olsen skipar fyri.
15.00-16.00 – Skúlavøllurin: Sandkassafótbóltur fyri børn undir skúlaaldur.
MÁNADAGUR 16. JUNI
16.00-17.30 – Skúlin: Svimjing fyri kvinnur 60+
17:00–21:00 – Ítróttahøllin: Badminton og borðtennis, frítt spæl, ketjarar eru til láns.
TÝSDAGUR 17. JUNI
19.00-20.00 – Geilin: Sirkulvenjing fyri menn og kvinnur við egnari kropsvekt. Liljan Múller skipar fyri.
MIKUDAGUR 18. JUNI
15.00-16.00 – Skúlavøllurin: Fótbóltsvenjing fyri U9 og U11 gentir og dreingir.
16.15-17.15 – Skúlavøllurin: Fótbóltsvenjing fyri U7 gentur og dreingir.
16.00-17.30 – Skúlin: Svimjing fyri kvinnur 60+
18.00 – 21.00 – Gongutúrur út á Turramúla. Hetta er ein lættur túrur, sum eisini er egnaður við børnum. Niels Pedersen skipar fyri.
HÓSDAGUR 19. JUNI
19.00-20.00 – Skúlavøllurin: Heilsufótbóltur fyri kvinnur
19:00-22:00 – Vektarbúðin: Seymiverkstova úr endurnýtslu við Jón Sonna Jensen.Kom og seyma tær eitt plagg úr endurnýtslutilfari. Jón greiðir frá og vegleiðir í endurnýtslu av klæðum og tilfari. Tilmelding fer fram við at skriva til gabriel@vestmanna.fo ella ringja á 770 161.
Kommunan skipar fyri borðum, stólum og streymi – luttakarar taka egna seymimaskinu við, um møguligt. Nærri avtalur kunnu gerast. GG! Avmarkað pláss.
FRÍGGJADAGUR 20. JUNI
18.00-20.00 – John’sa brúgv: Jóansøkubál, røða og sangur. Takið gummibátin ella jolluna við til børnini. Til ber hjá ungum og vaksnum at royna kajakkrógving.
19:00-01:00 – Staðið: SummarQuiz, pitsa og spøl!
Broytingar í skránni kunnu koma fyri av veðrinum. Fylgið við á vestmanna.fo og sosialu miðlunum hjá kommununi.
Vit vóna at síggja nógv fólk!
Vestmanna kommuna
– fyri heilsu, trivnaði og eina grønari framtíð 🌱