Børnini eru farin í summarfrí og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið fríggjakvøldið 26. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri Johnsa handli.
Tú nýtist ikki at hugsa um nátturðan hetta kvøldið, tí grillaðar pylsur við tilhoyri verða at fáa, og ymisk leskandi verður til sølu – bæði til børn og vaksin.
Eins og á hvørjum ári verður røða á skránni av tí minni álvarsliga slagnum, umframt at tónleikur verður framførdur. Samstundis kunnu børn og barnsligar sálir hugna sær á sandinum og í gummibátum í hylinum.
Hetta kvøldið verður eisini høvið at síggja nýinnrættaða handilin hjá John, sum er endurskaptur við vørum og lutum, ið prýddu handilshillarnar í 1950unum og 1960unum og tilhoyrandi íbúð.
Nærri skrá verður kunngjørd í næstu viku.







