Ein partur av Leitisvegi verður nú gjørdur av nýggjum og breiðkaður fyri at betra um ferðslutrygdina og gera vegin hóskandi til dagsins ferðslu.
Leitisvegur er ein av elstu vegunum í bygdini. Hann varð upprunaliga gjørdur til hestavognar og lagdur omaná eyr og mold. Hóast fleiri hava búsett seg á Leiti gjøgnum árini, og nógv virksemi hevur verið í sambandi við bæði vatnorku og vindorku, er vegurin ongantíð gjørdur niður á fast undirlag, so hann er egnaður til bilferðslu og tyngri ferðslu.
Vegurin er tískil í sera ringum standi og hevur leingi havt tørv á ábøtum.
Í fyrstu syftu verður arbeitt á strekkinum frá Leitisvegi 15 og tvørtur um ánna við Leitisveg 9. Samstundis verður vegurin breiðkaður í ovara borði, so hann verður tvísporaður.
Arbeiðið er farið í gongd og væntast at taka umleið tveir mánaðir.
Meðan arbeitt verður í dagtímunum, er Leitisvegur stongdur fyri óviðkomandi ferðslu. Bert íbúgvar á Leitisvegi og onnur, ið hava neyðug ørindi í økinum, kunnu nýta vegin.







