Økið á Bakka skal nú ruddast og gerast klárt at byggja á, tí níggju íbúðir skulu byggjast á økinum.
Tað er eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvard Kjærbæk og Jákup Andreas Lamhauge, sum skal byggja íbúðirnar.

Saman við Kolastykkinum var økið á Bakka herfyri boðið út til bústaðarbygging. Tá freistin var farin, var samtakið hjá teimum trimum boðið til samráðingar við kommununa og niðurstøðan var, at teir keypa økið frá kommununi.
Kommunan ruddar nú økið og ger tað klárt at byggja á.
Talan er um níggju íbúðir við tveimum kømrum í, einum alúmi og einum baðirúmi. Allar íbúðirnar verða eisini atkomuligar hjá fólki við rørslutarni. Fleiri smálutir og upplýsingar um íbúðirnar verða almannakunngjørdir seinni.
Endamálið við útboðnum var at fáa lagt afturat bústaðarmarknaðinum í Vestmanna, og vit fegnast um, at vit fingu eitt so gott uppskot inn.







