Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj.
Tað var ógvuliga góð undirtøka til litrenningina, og bæði í kafeini, til listaframsýningina og til bókaframløguna vóru sera nógv fólk.
Veðrið var eisini av tí allar besta og líkt er til, at veðrið er við okkum aftur í dag.
SKRÁIN HÓSDAG 3. SEPTEMBER
DAGSTOVNAØKIÐ: 09.30 BAMSURENNING
Barnabati og dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu skipa fyri bamsurenning fyri børnunum á dagstovnaøkinum. Bamsurenningin varpar ljós á Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan móti happing.
BØGØTA 4: 14.00 – 18.00 BLÓMURBYKATHE
BlómurbyKathe hevur opið og selir alskyns sløg av blómutyssum, urtapottum v.m.
VIÐ KONGSKJALLARAN: 15.00 – 17.00 GRILL FYRI ØLL
Børn og vaksin verða boðin til hugna og grillaðar pyslur við øllum tilhoyri uttanfyri Kongskjallaran, við skúlavøllin.
HEYGATÚN 4: 15.00 – 19.00 ELVA LEIR
Kom og mála leir fyri hálvan prís. Elva Leir Kafé lat upp fyri trimum árum síðan júst á Vestmannadøgum, og tí vilja vit at bjóða øllum á gátt hesar dagar:
SKÚLAVØLLURIN: 17.00 – 18.00 KROPSLIGUR ORÐADRÁTTUR
Ársins fótbóltsbrak millum grannarnar, Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu. Dómarar vera borgarstjórarnir í Vága kommunu og Eysturkommunu.
DISVOY: 17.00 – 22.00 DISVOY HEVUR OPIÐ
SPÆLHÚSIÐ: 17.00 – 20.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Herit Magnussen í Spælhúsinum.
SPÆLHÚSIÐ: 17.30 – 20.00 SØLA AV HEIMAVIRKAÐUM VØRUM
Kom á gátt og síggj tær ymsu heimavirkaðu vørurnar.
VEKTARBÚÐIN: 18.00 – 21.00 FERNISERING OG KAFE
Kom og uppliv fjølbroytta list. Listaframsýning letur upp í Vektarbúðini og John’sa handli við málningum og aðrari list hjá vestmenningum, m.a. smúkkum. Listafólkini sjálvi eru á staðnum. Kafein er eisini opin og okkurt gott til góman verður at fáa.
SILKIENNI: 18.00 SJAVSKAPPING
Sjavskapping á Silkienni. Vinningar verða latnir til nr. 1, 2, og 3.
ÍTRÓTTAHØLLIN: 19.45. VENJINGARDYSTUR
Besta mansliðið hjá VÍF spælir venjingardyst móti StÍF.
SPÆLHÚSIÐ: 20.00 TÓNLEIKUR OG TÓNLEIKAPRÁT
Kom til eina hugnaliga løtu í Spælhúsinum. Vestmenningurin og sangskrivarin, Martin Joensen, fer at práta um síni løg og spæla og syngja nøkur teirra.







