Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku leggja dent á nakað av tí, sum bygdin hevur at bjóða.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at snikka eina so fjølbroytta skrá saman sum tilber. Samstundis, sum vit hava ídnar borgarar og virkið vinnulív í bygdini, ið geva sítt íkast til dagarnar, kunnu vit vísa á eina spennandi og rúgvusmikla skrá aftur í ár.
Dagarnir verða skotnir í gongd mikudagin 3. september við hornblástri og litrenning og hildið verður fram til sunnudagin 7. september við alskyns tiltøkum fyri stór sum smá.
Tað verður Bakkavegur, ið fyri tað mesta verður karmur um Vestmannadagar, har tað m.a. verða konsertir, framsýningar, kappingar, framløgur v.m. Tó verður hildið fast í siðvenjuni, har vinnan og aðrir aktørar, sum halda til inni á Fjørð, bjóða á gátt fríggjadag.
Leygardagurin er stóri dagurin, har vit sum vanligt byrja við morgunmati í høllini. Síðani verður ein heilur dagur við tiltøkum og virksemi fyri allar aldursbólkar til út á náttina.
Vit gleða okkum til nakrar góðar dagar við tónleiki, mati, undirhaldi og hugna.
Vestmanna bygdarráð
Skráin kann síggjast við at trýsta á myndina niðanfyri. Møguleiki er eisini at koma á gátt í kommunuskrivstovuni eftir skránni í pappírsformi.







