Magnus Müller er settur í starv sum tekniskur leiðari hjá Vestmanna kommunu.
Tekniska økið er tað mest umfatandi økið hjá kommununi, og nú stórar verkætlanir liggja fyri framman hevur bygdaráðið valt at víðka og styrkja um toymið við at seta ein leiðara.
Magnus er 34 ára gamal, úr Vestmanna og útbúgvin byggifrøðingur. Hann hevur seinastu árini arbeitt hjá J&K, og er hann í løtuni byggileiðari av stóru útbyggingini av Vága Floghavn.
Vestmanna kommuna kennir væl til nakrar av teimum førleikum, sum Magnus hevur, tí hann hevur gjørt ymisk arbeiðir fyri kommununa, m.a. hevur hann teknað og projekterað útbyggingina av ítróttahøllini, sum er í gongd í løtuni.
Magnus kennir somuleiðis væl til nøkur av teimum arbeiðum, sum kommunan er í holt við og fer í holt við komandi tíðina, og verður tað nú undir hansara leiðslu, at hesar verkætlanir skulu fremjast og førast út í lívið.
Magnus byrjar í starvinum 1. oktober.







