Ungdómshúsið, Staðið, letur nú uppaftur 🤘
Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur!
Staðið letur dyrnar upp til nýtt ungdómsár týsdagin 2. september.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti, spølum og nógv meira. 💬🎮🎨🎶
Sum nakað nýtt, verður eisini sjónleikur á skrá í vetur.
Sama um tú ert fastur gestur alla ongantíð hevur verið á Staðnum fyrr, so ert tú meira enn vælkomin. Kom og set tín dám á Staðið, so tað verður tykkara stað.
Nýggjur leiðari er settur á Staðnum, men tit kenna hann sikkurt kortini. Pauli Magnussen og hini góðu starvsfólkini, bjóða til pitsa, prát og hugna í annaðkvøld, týskvøldið frá klokkan 19.00.
Fríggjakvøldið 5. september verður feit ókeypis konsert við ungdómsbólkinum 21KNM, sum m.a. eiga sangirnar Effo Date og Camping.
Í fyrstu syftu verður opið fyri 7. flokki upp í 17 ár týsdag til hósdag frá kl. 19.00 til 22.00 og fríggjadag frá kl. 19.00 til 01.00.
Í oktober verður eisini latið upp tveir dagar um vikuna fyri 4.-6. flokki. Meira kunning um tað verður seinni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum! 🥳
Pauli, Sergio, Ditte, Páll, Bjørt og Christian.







