Høvuðsdagurin á Vestmannadøgunum er sum vant leygardagurin og í ár er einki undantak.
Vit byrja frá morgunstundini við stóra morgunmatinum í ítróttahøllini, har vestmenningar frá nær og fjar hittast til eina hugnaliga løtu. Ítróttahøllin verður karmur um tiltøkini til út á seinnapartin, tá Bakkavegur tekur yvir við undirhaldi, matmarknaði og konsertum v.m. til út á náttina.
SKRÀIN LEYGARDAGIN 6. SEPTEMBER
ÍTRÓTTAHØLLIN: 09.30 MORGUNMATUR Í HØLLINI
Felags morgunmatur, sangur og eisini verður ársins herðaklapp handað.
BÓKASAVN: 10.00 – 12.30 BØKUR Á BÓKASAVNINUM
Vit rudda út. Fyll posan fyri 20 krónur.
ÍTRÓTTAHØLLIN: 12.30 – 15.30 SØLUMARKNAÐUR
Sel heimavirkað, grønmeti ella brúkt vælhildin pløgg, leikur v.m.
ÍTRÓTTAHØLLIN: 12.30 – 15.30 KAFFI OG KAKUSØLA
8. flokkur selir ymiskt gott til børn og vaksin.
ÍTRÓTTAHØLLIN : 12.30 – 15.30 FÁ HOL Í OYRUNI
Michelle skjýtur hol í oyru v.m. Kostnaður fyri bæði oyru fyri børn 275 krónur. (vanligur prísur kr. 355 krónur)
ÍTRÓTTAHØLLIN: 12.30 – 15.30 KUL HÁR
Fá vakrar flættur, kular halar, litir, glimmur v.m. í hárið. Ymiskt verður at velja í hjá bæði gentum og dreingjum. Kostnaður millum 10 og 50 krónur.
ÍTRÓTTAHØLLIN: 12.30 – 15.30 TEKNIBORÐ
Borð eru frammi, har børn kunnu royna síni listarligu evni við pappíri og litum. MB skipar fyri.
HEYGATÚN 4: 13.00 – 19.00 ELVA LEIR
Kom og mála leir fyri hálvan prís. Elva Leir Kafé lat upp fyri trimum árum síðan júst á Vestmannadøgum, og tí vilja vit at bjóða øllum á gátt hesar dagar
SPÆLHÚSIÐ: 15.00 – 20.00 LISTAFRAMSÝNING
Listaframsýning við Herit Magnussen í Spælhúsinum.
KRAMBÚÐIN: 15.00 – 19.00 KAFE, LISTAFRAMSÝNING OG SØGUFRÁSØGN
Kom við á áhugaverda rundferð í søguliga handlinum saman við Fróða Skúvadal, sum fer at greiða frá. Nógvir eru krókarnir á lofti og í kjallara, ið fá hava sæð. Kafein og listaframsýniningin hava eisini opið, har bjóðað verður gott kaffi og fjølbroytt list.
BAKKAVEGUR 4: 15.00 – 22.00 ROKOKO KLÆDNASØLA
Klædnahandilin, Rokoko, hevur støkkupp-sølu til kvinnuna, mannin og børnini í gamla skógvahandlinum hjá Nicolinu.
BAKKAVEGUR: 15.00 – 03.30 MATSØLA Á BAKKAVEGI
DISVOY: 15.00 – 03.30 DISVOY HEVUR OPIÐ
BAKKAVEGUR: 15.30 – 18.00 BARNATILTAK VIÐ SKÓTUNUM
Skótaliðið úr Kvívík skipar m.a. fyri bogaskjóting, sneisabreyði og seymsláðing fyri børn og ung.
BAKKAVEGUR: 16.00 – 17.15 BARNATILTAK
Barnatiltak við Angelu og Hannibal. Aftaná framførir Liam Dávason við sínum egna sangi og eisini vitja DJ Kingz.
KAIIN: 17.30 FISKIKAPPING FYRI BØRN
Fiskikapping verður fyri børn á kaiini niðanfyri fiskavirkið. Tann, ið fær tyngsta fiskin vinnur. Vinningar verða latnir til nr. 1, 2 og 3 í kappingini. Heitt verður á foreldur um at lata børnini í bjargingarvest.
BAKKAVEGUR: 19.00 – 19.30 GRILLAÐUR LAKSUR
Øll eru vælkomin at royna grillaðan laks frá Hiddenfjord. Manningin í Brim grillar og Gundur ger sítt vælumtókta eplamorl. Avmarkað nøgd av laksi.
BAKKAVEGUR: 19.30 – 20.00 FØROYSKUR DANSUR
Kom og sláið ring saman við Norðstreymoyar Dansifelag. Kvøtt verður Sigmundskvæði yngra. Fróði Skúvadal skipar dansin.
BAKKAVEGUR: 20.00 SYNGIÐ VIÐ
Rógvutrio fer at syngja fyri undir góðum felagssangi, saman við góðum tónleikarum úr bygdini. Sangheftið kann heintast her.
BAKKAVEGUR: 21.00 KONSERT VIÐ DANNY & THE VEETOS
Danny & The Veetos fara við sínum lívligu og eyðkendu sangum at seta lív í Bakkaveg við m.a. Alright og Farvæl.
BAKKAVEGUR: 22.00 KONSERT VIÐ HAMRADUN
Tað verður buldur og brak, tá ið Hamradun trio fer at framføra sín væl umtókta kvæðarokk.
BAKKAVEGUR: 23.00 KONSERT VIÐ LAILU OG MALUNI
Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir seta punktum við einum rimmar endabraki, har tær saman við við bólki fara at syngja kend útlendsk og føroysk hitt.
DISVOY: 00.00 – 03.30 LIVANDI TÓNLEIKUR
Góður livandi tónleikur verður í tjaldinum uttanfyri Disvoy við Jákup og boyggjunum.







