Leygardagurin er fult í gongd við fjølbroyttum tiltøkum fyri allar aldursbólkar.
Nógv fólk hava leitað sær oman til gomlu bedingina í hesum fagra veðrinum.
Frá klokkan 16:00 verður fiskikapping fyri børn og Staðið letur upp fyri teimum ungu. Í Vektarbúðini verður ein áhugaverd bókaframløga við Rigmor Restorff Dam um “Tær góvu lív” við tónum frá Kirstin Johannesen og Paula Magnussen.
| 19:00 | Grillaður Laksur, hugni og tónleikur við Róin Siggertsson |
| 20:00 | “Syngið við” Finni Koba |
| 21:30 | Føroyskur Dansur |
| 22:15 | Brim |
| 23:30 | Adrenaline |
| 00:45 | Eyðun og Terji |
Vestmanna kommuna hevur sett ein vesivogn við kampingvognarnar frammanfyri inngongdina til økið. Víst verður eisini til Spælhúsið og Havnaskrivstovuna.










