Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina.
Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í ár. Neyðugar dagføringar eru gjørdar á ventilatión, hitaskipan el og tak, men eisini er mangt annað dagført.
Í forhøllini eru vesini dagførd, alt vvs er skift út og vesklivarnir eru nýggir, umframt at veggir eru málaðir.

Birklíknandi folio er lagt á hurðarnar í forhøllini, sum vóru bláar. Nýggir møplar eru komnir í forhøllini, so til ber at seta seg niður ella standa við eitt háborð og fáa sær ein kaffimunn. Harumframt eru radiatorarnir útskiftir, ið eisini kunnu brúkast sum benkur.


Í forhøllini er nýtt høli gjørt við køki, ið VÍF brúkar sum sølubúð til dystir og sum kommunan og onnur annars kunnu brúka til tiltøk.

Folio er klistrað á vindeyguni, so ikki sæst beinleiðis inn í hallarkøkin. Tað er Ann-Mari Egholm, ið hevur sniðgivið.

Ikki einans hevur forhøllin fingið eitt lyft, men eisini er dentur lagdur á, at fáa nakað av søgu inn. Í durinum er endaveggurin tapeseraður við einari eldri hondbóltsmynd frá fyrst í sekstiárunum. Tað er Johnny Joensen, sum skjýtur og myndamaður er Erik Tørslev Pedersen. Kommunan hevur fingið myndina frá Páll Hellu. Eftir ætlan fara fleiri eldri myndir at prýða veggirnar.


Skiftingarrúmini í høllini eru eisini dagførd, alt vvs er skift út og serliga kemur tað væl við, at kranarnir nú eru sjálvvirkandi, so tað slepst undan harpiksi á handtøkunum. Skiftingarrúmini eru eisini málaði, træbenkurnir eru hølvaðir og smurdir av nýggjum og byrjað er uppá at skifta flísarnar í brúsurúmunum.

Ein tilbygningur er bygdur afturat høllini út móti Gjógvará, ið verður liðugur fyri jól, ið skal brúkast sum styrkirúm hjá VÍF.

Umframt, at stórur dentur er lagdur á viðlíkahald í ár, eru eisini fleiri orkusparandi átøk sett í verk, samstundis sum hugsað hevur verið um at effektivisera. Í sjálvari høllini eru allar lampur skiftar út við LED og sensorar eru settir á, so lampurnar sløkna, tá eingin rørsla er í høllini. Allar hurðar hava skift lásini út við elektronisk lás, við tí endamáli at hava stýr á atgongdini til ymsu hurðarnar, samstundis sum tað slepst undan stórum lyklatyssum og at kopiera lyklar. Nýggj net eru sett aftanfyri málini, ið eru løtt at fáast við og ein vaskirobottur vaskar nú hvørja nátt hallargólvið, sum leysgevur arbeiðstímar hjá húsavørðum og ístaðin hallartímar til skúla og dagstovn.
Í komandi ári verða størri ábøtur gjørdar í nýggja skúla.







