Nú jólini eru farin afturum, er sikkurt gott hjá børnum og familjum at sleppa at røra seg eitt sindur aftur.
Ítróttahøllin er opin hesar síðstu dagarnar í árinum til frítt spæl. Um vikuskiftið eru hondbóltsdystir aftur á skránni.
Vinaliga ruddið eftir tykkum og tveitið rusk í ruskspanninar. Takk fyri.
VÍF selur fýrverk í forhøllini frá klokkan 16.00 til 20.00 í dag og í morgin. Gamlaársdag er fýrverkssølan opin frá klokkan 10.00 til 14.00.







