Fjølmentanarvikan 2025 verður sett í Vestmanna í ár.
Fjølmentanarvika er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum.
Í Vestmanna búgva fleiri tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. Til setanina av fjølmentanarvikuni fara nøkur teirra at vísa á nakað av tí, sum heimland teirra umboðar.
Fjølmentanarvikan verður sett 22. oktober og heldur fram í eina viku runt landið.
Skráin fyri setanina verður almenn hálvan oktober.







