Fimm dagar á tremur við tónleiki, undirhaldi og hugna, eru komnir at enda.
Undirtøkan fyri Vestmannadøgunum var ógvuliga góð aftur í ár, men helst hevur hon ongantíð verið so góð sum í ár. Til øll tiltøk var fullsett og øll støð, kafeir, framsýningar v.m. vóru sera væl vitjaði. Met nógv fólk vóru til eitt nú felags morgunmatin og til grillaða laksin.
Vestmannadagar eru dagar, har vit í eina lítla viku leggja dent á nakað av tí, sum bygdin hevur at bjóða.
Vit takka tykkum øllum fyri góða undirtøku, takka øllum sum hjálptu til og skipaðu fyri. Hetta hava verið nakrir framúr góðir dagar, kjokkfullir við lívi, felagsskapi og góðum upplivingum – takkað verið tykkum.
Vit gleða okkum til Vestmannadagarnar 2026, sum vera í døgunum 2. til 6. september.





























