Myrkir dagar og ein kaldur vetur merkir ikki, at vit fara niður í ferð – tvørturímóti. Nú byrja vetrarskeiðini hjá Vestmanna kvøldskúla og Kvívíkar kvøldskúla.
Kvøldskúlarnir bjóða aftur í vetur eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini.
Tilboðini eru fjølbroytt og eisini vera fleiri nýggj tilboð í ár, ið ikki hava verið boðin út áður.
Um tú vilt royna tíni listarligu evni, styrkja kroppin ella okkurt heilt annað – so er heilt sikkurt okkurt til tín.
Latið verður upp fyri tilmeldingum hósdagin 2. oktober klokkan 15.00.
Skeiðstilboðini hjá Vestmanna kvøldskúla kunnu síggjast við at trýsta á myndina niðanfyri og hjá Kvívíkar kvøldskúla á skjalinum undir henni.









