VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini.
Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna.
Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan eigur, og har sum sýslumaðurin fyri norðurstreymoy og skrivstova hansara búleikaðist í á sinni.
Kommunan setti húsini í stand fyri fimm árum síðan.
Húsini eru vakurt staðsett, øðrumegin rennur Gjógvará oman í fjøruna og framvið ánni er gamla fiskastykkið, sum kommunan er í holt við at gera aftur.







