Vestmanna hevur altíð verið ein vøgga fyri grøna nýskapan – eitt stað har hugflog, íverksetan og náttúra hava gingið hond í hond.
Seinastu trý árini hevur svenska fyritøkan, Minesto, sum hevur staðsett sítt føroyska virksemi í Vestmanna, roynt seg við sjóvarfalsorku í sundinum við sonevndum sjóvarfalsdrekum.
Nú er Minesto farið undir nýggju verkætlanina, The Faroe Islands Space Program.
“Meðan onnur kappast um at røkka mánanum, lata vit mánaorku taka okkum inn í framtíðina – frá jørðini.” Soleiðis setir Minesto orð á nýggju verkætlanina, sum er sett í verk saman við sínum strategiska samstarvsfelaga SKF, ið er ein av heimsins størstu innovatiónsfyritøkum.
Minesto hevur í hesum sambandi framleitt ein film: The Faroe Islands Space Program – The space program that never leaves Earth, ið tú kanst síggja við at trýsta á heitið omanfyri.







