Eftir páskir verður eitt royndartilboð sett í verk til børn í 4. og 5. flokki í ungdómshúsinum Staðnum.
Trivnaðarnevndin hevur í longri tíð viljað havt eitt tilboð til júst hendan aldursbólkin, og tað hevur nú eydnast at fingið góð starvsfólk at stápla eitt spennandi tilboð saman.
Endamálið er at skapa eitt gott og mennandi frítíðartilboð til hendan aldursbólkin, sum eru ov gomul at ganga í frítíðarstovu og ov ung til ungdómstilboðið. Tilboðið byggir á verandi verkætlan “Mentan sum klekingaramboð”, har dentur verður lagdur á, at virksemið er grundað á ymiskt verkstovuvirksemi. Børnini sleppa soleiðis at royna seg við skapandi og gevandi aktivitetum, har felagsskapur, trivnaður og læring gjøgnum skapandi spæl eru í miðdeplinum.
Tilboðið fer av bakkastokki eftir páskir, týsdagin 22. apríl, og verður hvønn týsdag frá kl. 15.00 til 18.00 – fram til Staðið fer í summarferiu 20. juni.
Sum partur av arbeiðinum at skapa góða samveru og nærveru millum børnini verður telefonforboð. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at børnini fáa størst møguliga gleði og úrtøku við tilboðnum og felagsskapinum.
Børnini lata telefonirnar inn, tá ið tey møta á Staðnum, men hava tó møguleika at fáa atgongd til telefonina aftur, um tørvur skuldi verið á tí.
Royndirnar, sum vit gera okkum í hesum tíðarskeiðnum, verða samstundis brúktar til at eftirmeta, endurskoða og nágreina tilboðið til skúlaársbyrjanina 2025/26.
Trivnaðarnevndin leggur stóran dent á at tryggja góð trivnaðar- og menningartilboð til børn og ung, og gleðir seg at fylgja gongdini næstu mánaðirnar.
Faktaboks:
Málbólkur: Børn í 4. og 5. flokki
· Byrjar: Týsdagin 22. apríl, beint eftir páskir
· Tíð: Hvønn týsdag kl. 15.00–18.00
· Stað: Ungdómshúsið Staðið
· Innihald: Skapandi verkstovuvirksemi og læring gjøgnum skapandi spæl
· Telefonforboð: Børnini lata telefonirnar inn, men kunnu fáa tær at ringja heim við