Tað var so mikið stórur áhugi fyri fyrra lesi- og skrivi app skeiðnum, at tað nú verður skipað fyri einum eyka skeiði.
Nýggjað skeiðið verður 3. apríl kl. 19.00 í bókasavninum, um nóg nógv teknað seg.
VoisIT eitur appin, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa við hana og hon skrivar tað, sum tú sigur.
Dánial á Dul Jacobsen er undirvísari.
Tað er ein fyrimunur, um tú tekur VoisIt niður á telefon ella teldil áðrenn tú møtir.
Øll kunnu vera við og tað krevst eingin serlig vitan um talgildar møguleikar.
Neyðugt er við tilmelding, tí plássið avmarkað. Skeiðið er ókeypis.
Melda til hjá Gyðju við at senda sms á (724044) ella Augustu (211243)








