Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í Vestmanna kommunu. Hesaferð varpa vit ljós á reingerðararbeiðið.
Vestmanna kommuna eigur nógvar bygningar, og reingerðarfólk eru knýtt at teimum øllum. Eitt teirra er Katrina Müller.
Allir næmingar og starvsfólk í skúlanum kenna Katrinu. Hon er altíð blíð, prátar við bæði stór og smá, og tað kemur ongantíð eitt øvugt orð frá henni.
Katrina hevur verið sera trúføst í starvi sínum. Hon byrjaði at vaska í Vestmanna skúla í 1989 og hevur arbeitt har líka síðan.
Katrina er serstakliga ordilig og gjøllig í øllum, sum hon ger. Tað eru ikki støv ella blettir at síggja, tá ið hon hevur verið á staðnum. Tað kann stundum taka drúgva tíð, eisini longri enn tímarnir siga, men Katrina gevst ikki, fyrr enn hon er nøgd við úrslitið.
Hetta sæst aftur í, at vit hava eina høll og tveir skúlabygningar, ið eru sera væl hildnir, hóast árini eru mong og virksemið er nógv.
Í Vestmanna skúla eru sjey fólk knýtt at reingerðini. Trý fólk vaska í gamla skúla og trý í nýggja skúla, umframt at eitt fólk tekur sær av ítróttahøllini. Á dagstovnunum eru fýra fólk, sum taka sær av reingerðini. Síðan eru tað aftur onnur, bæði tilkomin og ung, sum vaska í m.a. heilsumiðstøðini, í kommunuskrivstovuni, havnarskrivstovuni, almennum vesum o.s.fr.
Tað eru bara høllin, skúlin og dagstovnarnir hjá kommununi, sum hava so mikið nógv virksemi, at tað verður vaskað hvønn dag. Í øðrum bygningum verður vaskað eina til tríggjar ferðir um vikuna.
Í summar takkar Katrina fyri seg eftir samfull 37 ár í reingerðini í skúlanum. Vestmanna kommuna kennir seg hepna, at hava so drúgv og trúgv starvsfólk. Fríggjadagin fer kommunan at heiðra seks reingerðarfólkum, sum hava rundar starvsdagar.







