Seks starvsdagar vórðu hildnir fríggjadagin fyri reingerðarfólki í kommununi.
Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár. Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni Christiansen nakrar sangir.
Starvsdagarnir vóru hesir:
35 ára starvsaldur – Hervør Dahlbergsdóttir
35 ára starvsaldur – Katrina Müller
30 ára starvsaldur – Sigrid Petersen
20 ára starvsaldur – Elin Jensdóttir
20 ára starvsaldur – Sarita Funn
15 ára starvsaldur – Joan Jacobsen

Røða til starvsdagin:
Góðu tit øll – og góðu tit, sum verða heiðraðar í dag.
Í dag eru vit savnað her í Spælhúsinum fyri at heiðra ein serligan, trúfastan og týdningarmiklan starvsfólkabólk í kommununi – okkara vaskikonur.
Vestmanna kommuna vil fegin siga takk fyri ta arbeiði, ið tit hava gjørt ígjøgnum so mong ár.
Tit eru ikki millum teirra, ið eru sjónligast í dagligdegnum. Tit síggjast ikki á vegunum ella í almenna rúminum, har fólk reikast. Hinvegin hevði tað sæst væl, um tit ikki vóru har. Tit syrgja fyri, at okkara stovnar, skúlar og arbeiðspláss eru rein og innbjóðandi – eitt arbeiði, sum skapar trivna og góð arbeiðskor fyri bæði børn og vaksin.
Ein gamal starvsfelagi hjá mær í Kringvarpinum plagdi at siga, at eingin hevði lagt til merkis, um stjórin var heima í ein mánað, men øll leggja til merkis, um køkshjálpin ella vaskikonan ikki er til arbeiðis í ein dag. Tað er púra vist nakað um tað.
Nú eri eg runt í ymsu hallunum í Føroyum við børnunum hvønn leygardag. Ofta hugsi eg um tað, at okkara høll sær nógv minni slitin út, sjálvt um hon er eldri enn fleiri aðrar hallir. Tað sama ger seg galdandi fyri gamla skúla, sum nú er 75 ár. Hann var ikki blivin so gamal, um ikki var farið væl um. Tit eru ein orsøk til tað.
Í dag hátíðarhalda vit starvsdagar upp á 15, 20, 30 og ikki minst 35 ár.
Tá ið eg gekk í skúla, gingu Katrina, Hervør og Sigrid runt og vaskaðu, ímeðan Elin kom inn í floksstovurnar við einum bikari av onkrum munnskoli frá tannlæknastovuni, sum vit øll børnini skuldu mala runt millum tenninar. Seinni byrjaðu Sarita og Joan í starvi og eru í minninum hjá øðrum næmingum.
Sigrid plagdi at ilskast inn á meg og serliga inn á Eyðrit hjá Saritu, tí vit tugdu tyggigummi allatíð sum tannáringar. Eina tíð gingu øll eisini og kappaðust um at gera størstu bløðrurnar og at gera triks við tyggigummiinum. Eitt var, at tað var tyggigummi allastaðni, men eg haldi, at tað, sum var mest irriterandi var, at vit smaskaðu so nógv. So nógv og hart, at Sigrid plagdi at koma við einari ruskspann og fáa okkum at spýta tyggigummiið út. Minnist tú Sigrið?
Tit hava verið í sama starvi í so nógv ár, at fleiri aldursbólkar kenna tykkum. Fleiri ferðir, tá ið eg havi spurt Markus hjá mær, hví hann er so seinur heim úr skúla, hevur svarið verið, at hann hevur sitið og prátað við Hervør.
Tit koma øllum børnunum við og gerast enntá “vinir” við summi. Tey kenna tykkum, og tit kenna tey.
Tit hava arbeitt hjá kommununi í eitt heilt arbeiðsslív. Tað sigur nógv um trúfesti og arbeiðssemi.
Vegna kommununa vil eg siga: takk fyri, at tit eru so drúgvar og trúgvar.
Eg ynski tykkum hjartaliga til lukku við starvsdøgunum – og alt tað besta framyvir.







