Staðið um páskirnar
Hesa vikuna hevur Staðið opið mikukvøld, har Jákup Sofusson skipar fyri Quiz-kvøldi. Staðið hevur annars stongt um páskirnar og opið er sum vant aftur mikudagin 8. apríl. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir páskirnar við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Vit ynskja tykkum øllum einar góðar og gleðiligar páskir.


