Páskir: Broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum

Í sambandi við páskahøgtíðina, tvs. á páskum og eftir páskir, eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Soleiðis verða húsarhaldsposarnir heintaðir komandi tvær vikurnar:   Húsarhaldsposarnir í Vestmanna verða heintaðir týsdagin 7. apríl. Týsdag 7. apríl: Stykkið, Kvívík, Válur, Vestmanna, Leynar, Skælingur Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Vatnsoyrar, Sandavágur, Miðvágur Hósvík, Saksun, Hvalvík, Streymnes, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv…

Staðið um páskirnar

Hesa vikuna hevur Staðið opið mikukvøld, har Jákup Sofusson skipar fyri Quiz-kvøldi. Staðið hevur annars stongt um páskirnar og opið er sum vant aftur mikudagin 8. apríl. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir páskirnar við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Vit ynskja tykkum øllum einar góðar og gleðiligar páskir.

Starvsdagar hátíðarhildnir

Seks starvsdagar vórðu hildnir fríggjadagin fyri reingerðarfólki í kommununi.  Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár. Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir. Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni…

Tónleikur í myrkri

Ró. Myrkur. Tónleikur. Orð. Jarðartímin, “Earth Hour”, verður hildin um allan heim leygarkvøldið 28. mars, eisini í Vestmanna. Vestmanna kommuna saman við kirkjuráðnum bjóðar til eina heilt serliga og sansaliga løtu í Vestmanna kirkju. Í bølamyrkri fara vakrir klavertónar at fylla rúmið, tá dugnaligi klaversnillingurin Josh Cana fer at framføra. Orðini fáa eisini rúm, tá…

Starvsfólk í kommununi: Katrina Müller

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í Vestmanna kommunu. Hesaferð varpa vit ljós á reingerðararbeiðið. Vestmanna kommuna eigur nógvar bygningar, og reingerðarfólk eru knýtt at teimum øllum. Eitt teirra er Katrina Müller. Allir næmingar og starvsfólk í skúlanum kenna Katrinu. Hon er altíð blíð, prátar við bæði stór og…

Royndarætlan við battarískipan í Vestmanna

Ein royndarverkætlan við framkomnari battarískipan fer í gongd í næstum í Vestmanna. Royndarverkætlanin skal vísa, um sjóvarfalsorka saman við framkomnari battarítøkni kann avloysa elframleiðslu við olju og slóða fyri framtíðarútbygging á útoyggj, bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er svenska fyritøkan Minesto, ið hevur sítt føroyska høvuðssæti í Vestmanna, sum er farin undir hesa nýggju…