Tónleikur í myrkri
Ró. Myrkur. Tónleikur. Orð. Jarðartímin, “Earth Hour”, verður hildin um allan heim leygarkvøldið 28. mars, eisini í Vestmanna. Vestmanna kommuna saman við kirkjuráðnum bjóðar til eina heilt serliga og sansaliga løtu í Vestmanna kirkju. Í bølamyrkri fara vakrir klavertónar at fylla rúmið, tá dugnaligi klaversnillingurin Josh Cana fer at framføra. Orðini fáa eisini rúm, tá…

