Leiðingar, brunnar, rensl – ja, alt undir jørð skal nú skrásetast.
Endamálið er at staðfesta hvar allar leiðingar eru, so at tað altíð er greitt, tá ið arbeitt verður, hvar rør og leiðingar eru.
Arbeitt verður frá Heljareyga og út til Fossá, har allar regnvatns- og spillvatnsleiðingar verða uppmátaðar, og upplýsingar um tilfar og innihald verður skrásett.
Tað eru bert fá ár síðan, at kommunan byrjaði at skráseta leiðingar í samband við arbeiðir og tí er størsti partur óskrásettur. Dúvað verður tí oftani upp á minnið hjá starvsfólki og vitan hjá fyrrverandi starvsfólki.
Við at fáa alt skrásett talgilt, tryggjar kommunan sær, at allar upplýsingar eru tøkar til framtíðina og at tað altíð verður gjørt inntriv á røttum staði. Hetta ger tað samstundis lættari at arbeiða víðari við heildarætlanini fyri spillvatn, og fer bæði at spara tíð og pengar.
Tað er fyritøkan Munin, sum stendur fyri arbeiðinum og byrjað verður á Leiti. Í nøkrum førum verður farið inn í tún og garðar hjá fólki, men boðað verður frá áðrenn.







