Vestmanna kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna LM um veiting og uppsetan av sólorkuskipan til Vestmanna skúla.
Í samband við umvælingina av Vestmanna skúla, valdi bygdarráðið eisini at orkuskipanin skuldi skiftast til eina skipan, sum hevði eina varandi orkukeldu. Valið fall á sólorku.
Herfyri sendi kommunan orkuskipanina í útboð. Fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata inn tilboð, og tríggjar teirra sendu inn. LM átti besta tilboðið og vann útboðið.
Takflatan á gamla skúla er umleið 1.000 fermetrar. Nýggja sólorkuskipanin verður mett at framleiða knapt 150.000 kWh um árið. Til samanberingar er árliga elnýtslan hjá gamla skúla í dag umleið 70.000 kWh.
Kostnaðurin av sólorkuskipanini er 1,6 millión krónur. Roknað verður við, at íløgan verður vunnin innaftur innan sjey ár.
Vestmanna hevur altíð verið við í framgongdini innan varandi orku í Føroyum. Kommunan arbeiðir eisini miðvíst við at fremja orkusparandi átøk, m.a. tá kommunalir bygningar verða umvældir ella nýggir bygningar verða reistir. Hetta verður gjørt ikki einans av fíggjarligum áðum, men eisini tí vit vilja taka ábyrgd av umhvørvinum og komandi ættarliðum.
Sólin er ein av mest álítandi orkukeldunum, og hon gevur orku, eisini tá skýggjað er. Ein sólorkuskipan er ein lutfalsliga einføld skipan. Hon er samansett av tunnum panelum, ið taka ímóti sólarljósi og umskapa sólorkuna til streym inn á elskipanina.







