Reglugerð fyri flogfenaðhald

Vestmanna bygdarráð hevur á fundi 24. november 2023 samtykt reglugerð fyri flogfenaðhald, har endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhald ikki er til ampa fyri grannar og onnur. Umhvørvisstovan hevur tann 6. desembur 2023 góð­kent reglugerðina. Reglugerðin verður sett í gildi tann 01. januar 2024, við heimild í §§ 26 og 32 í kunngerð…