Vestmanna kommuna hevur tríggjar søguligar træbátar í varðveitslu. Nú verða tey bæði neystini, sum eru nærmast Krambúðini, sett í stand, so onkur av bátunum kann standa væl.
Nótabáturin
Fyrr í tíðini var vanligt at kasta nót eftir seiði fram við landi í Vestmanna. Til hetta endamál vóru smáir bátar brúktir, tríbekkir og tristar. Hesin báturin er frá síðst í 1800 talinum og hevur serliga verið brúktur til nótakast.
Uffe Bærentsen hevur latið hendan bátin til Vestmanna bygdasavn.
Sjútsbáturin
Jóhannus í Skálum keypti bátin frá Sam Olsen í 1930’unum. Báturin sjútsaði ferðafólk millum Ólav og Fútaklett.
Ann Andreasen hevur latið hendan bátin til Vestmanna bygdarsavn.
Gamli
Gamli Vestmenningur er fyrsti bátur smíðaður til kappróður í Føroyum. Hann er smíðaður av Jógvani í Skálum (Jógvan Hansen) í 1927. Hesin kappróðrarbátur hevur verið við til at vunnið mangt steypið til Vestmanna.
Seinastu ferð, Gamli varð mannaður, var í 2017, tá ið hann fylti 90 ár.
VÍF Kappróður hevur latið hendan bátin til Vestmanna bygdarsavn.
Tað verða nótabáturin og sjútsbáturin, sum koma at standa í nýumvældu neystunum.