Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur!
Í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum, eftir at hava verið í summarfrí.
Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum gleða seg at síggja øll aftur til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti, spølum og nógv meira.
Staðið hevur opið hvørt gerandiskvøld, undantikið mánakvøld, umframt nøkur útvald leygarkvøld. Hvønn týsdag verður opið fyri teimum yngru børnunum.
Ymiskt nýtt verður á skránni í vetur, sum verður kunngjørt so hvørt. Hildið verður tó fast í summum tiltøkum, eitt nú vælumtókta pannukøkuhóskvøldinum og tónleikatýskvøldinum, har til ber at fáa frálæru í tónleiki og samanspæli.
Upplatingartíðir
Týsdagar kl. 15.00 til 18.00: 4.- 6. flokkur (Frá 1. september)
Týsdagar kl. 19.00 til 22.00: 6. flokkur til 18 ár
Mikudagar kl. 19.00 til 22.00: 6. flokkur til 18 ár
Hósdagar kl. 19.00 til 22.00: 7. flokkur til 18 ár
Fríggjadagar kl. 19.00 til 01.00: 7. flokkur til 18 ár







