Árligi rennidagurin hjá Vestmanna skúla er í dag.
Vanliga verður runnið inn í Dal, men av tí, at arbeitt verður við stórum maskinum á Leitisvegi, er rennirutan broytt. Tí verður runnið í bygdini.
Runnið verður frá skúlanum og út í Gerðið, eftir Niðara Vegi og yvir í Nesið og aftur í skúlan eftir Ovara Vegi.
Heitt verður á allar bilførarar um at vísa serligan ans og vera varnir, tá ið koyrt verður í morgun.







