Skúlarenning: koyrið varliga

Árligi rennidagurin hjá Vestmanna skúla er í dag.  Vanliga verður runnið inn í Dal, men av tí, at arbeitt verður við stórum maskinum á Leitisvegi, er rennirutan broytt. Tí verður runnið í bygdini. Runnið verður frá skúlanum og út í Gerðið, eftir Niðara Vegi og yvir í Nesið og aftur í skúlan eftir Ovara Vegi.…